Uttanlands

Bird Box setti met eftir bert sjey døgum

Filmurin er mest sæddi filmur á Netflix nakrantíð

Sandra Bullock hevur høvuðsleiklutin í Bird Box

Sandra Bullock hevur høvuðsleiklutin í Bird Box

2018-12-30 20:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nýggi spenningsfilmurin Bird Box hevur sett eitt flot met á Netflix. Eftir bert sjey døgum er filmurin mest sæddi filmur nakrantíð á stroymingartænastuni.

Filmurin varð útgivin tann 21. desember og eftir eina viku hava 45 milliónir fólk sæð filmin.

Filmurin fylgir Marjorie og børnum hennara á teirra ferð til ein friðstað, eftir at ókendar verur ávirka fólk, sum síggja verurnar, til at gera sjálvmorð.

Tað er danska Susanne Bier, sum hevur leikstjórna filmin og høvuðsleiklutin sum Marjorie hevur Sandra Bullock.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder