Uttanlands

Biskupur ákærdur fyri at føla uppá Ariana Grande til jarðarferð

Songkvinnan hevur síðani fingið eina umbering

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-09-01 20:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin var soul-drotningin, Aretha Franklin jarðað. Minningarhaldið vardi fleiri tímar, og tað var biskupurin Charles H. Ellis III, ið talaði.

Men tað eru ikki bert vøkru røðurnar og tónleikainnsløgini, ið hava vakt ans í miðlunum.

Á myndum sæst, at biskuppurin hevur armin um songkvinnuna, Ariana Grande, ið skuldi framføra til jarðarferðina, og fingrarnir hjá honum síggja út til at nema við bróstið á henni. Tað er hetta, ið fólk finnast at.

Biskuppurin greiðir frá, at hann klemmaði bæði røðarar og tónleikarar, bæði menn og kvinnur, undir minningarhaldinum.

"Tað hevur ongantíð verið meiningin at nema við bróstini á nakrari kvinnu," sigur hann, sambært TV2.

"Kanska fór eg yvirum markið, og kanska var eg ov vinarligur, men tað eri eg eisini keddur av," sigur hann.

Sambært Charles H. Ellis III var tað síðsta hann ætlaði at taka fokus frá tí, sum alt hetta snúði seg um, Aretha Franklin.

25 ára gamla Ariana Grande var ein av 14 tónleikarum, ið vóru við til jarðarferðina hjá Aretha Franklin. Ariana Grande heiðraði soul-drotningini við einari rørandi útgávu av hitlagnum hjá Aretha Franklin frá 1967, "(You Make Me Feel) Natural Woman".

Aretha Franklin andaðist 16. august eftir ein longri bardaga við krabbamein.

Les eisini: Tann størsta røddin innan soul-tónleikin er tagnað

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder