Uttanlands

Bitcoin skal verða lógligt gjaldoyra í El Salvador

Forsetin í miðamerikanska landinum vónar, at bitcoin kann skapa stóra fíggjarliga framgongd

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-06-06 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nayib Bukele, forseti í miðamerikanska landinum El Salvador, ætlar í komandi viku at leggja uppskot fyri Kongressina í landinum um at gera bitcoin til eitt lógligt gjaldoyra.

Forsetin vónar, at bitcoin kann skapa stóra fíggjarliga framgongd í landinum.

Verður uppskotið samtykt, verður El Salvador fyrsta landið í heiminum, sum formliga loyvir bitcoin sum gjaldoyra, skrivar Ritzau.

Hetta fer at skapa arbeiðspláss, og fer at hjálpa túsundatals fólkum, sum annars standa uttanfyri formliga búskapinum, sigur forsetin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder