22 ára gamli Mamoudou Gassama úr afrikanska landinum Mali, varð í mai fangaður á video, tá hann klintraði upp á fjórðu hædd fyri at bjarga einum 4 ára gomlum dreingi, ið hekk útav eini altan, meðan nábúgvar royndu at fáa fatur á honum frá altanini.
Miðlar kring heimin skrivaðu um hendingina, og nú hevur Mamoudou Gassama fingið bjargingarløn.
Hann hevur búð ólógliga í Fraklandi síðan september í fjør, men nú er hann vorðin franskur ríkisborgari, eftir at umsókn hansara varð skundviðgjørd.
Hesum boðar franska tíðindastovan AFP frá sambært DR.
"Hann vísti tey virði, sum vit ynskja í okkara tjóðarfelagsskapi. Hann hevur víst dirvi og ósjálvsøkni," stendur millum annað í grundgevingini fyri, at hann er vorðin ríkisborgari.
Eftir at hava bjargað dreinginum segði Mamoudou Gassama við franska BFM TV:
"Mær dámar væl børn. Eg hevði hatað tað, um eg hevði sæð hann komið til skaða framanfyri mær. Eg rann yvir at finna eina loysn, og eg takki Guð fyri, at eg megnaði at klintra upp til altanina,"
Mamoudou Gassama fekk eitt prát við franska forsetan, Emmanuel Macron, sum gav honum heiðursmerki og lovaði honum, at hann skuldi gerast franskur ríkisborgari.
Sí eisini: Video: Bjargaði lítlum dreingi og fekk ríkisborgaraskap afturfyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald