Innanlands

Bjørn Kalsø stillar ikki upp aftur

Aftaná nógv ár í politikki hevur Bjørn Kalsø tikið avgerð um ikki at stilla upp til komandi løgtingsval.

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-07-25 18:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bjørn Kalsø stillar ikki upp til komandi løgtingsval, sum skal vera í seinasta lagi 31. august.

Eftir uml. 22 ár í politikki hevur hann gjørt av ikki at stilla upp aftur, skrivar Norðlýsið.

Bjørn Kalsø stillaði fyri fyrstu ferð upp fyri Sambandsflokkin í 2004.

Frá 2004 til 2008 var hann landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og frá 2011 til 2015 var hann landsstýrismaður í mentamálum.

Áðrenn hann varð valdur á løgtingið, var hann borgarstjóri í Húsa kommunu frá 1996 til 2004.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder