Innanlands

Bjørt Samuelsen spyr um plastdálking av havumhvørvinum

Tingkvinnan vil vita, hvat er gjørt og hvat meira kann gerast fyri at avmarka og steðga plastdálkingini

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

2018-08-08 19:49 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tingkvinnan Bjørt Samuelsen, hevur nú sett landsstýriskvinnuni í náttúruverndarmálum, Sirið Stenberg, ein §52 fyrispurning um plastdálking av havumhvørvinum.

Bjørt Samuelsen spyr landstýriskvinnuna, hvørji átøk hevur ella ætlar landsstýriskvinnan at seta í verk fyri at avmarka og steðga plastdálkingini av sjóøkinum, og í hvønn mun mett verður, at nógva plastið, sum dálkar strendur og hav, skaðar livandi tilfeingið, so sum fugl, fisk og hval, bæði bráðfeingis, men eisini, sum frá líður.

Hon spyr eisini um tillagingar ella broytingar eri gjørdar í umhvørvisgóðkenningunum í sambandi við undirsjóvartunlar, havnaútbyggingar og aðrar útbyggingar, soleiðis at dálkingin við plastleidningum verður avmarkað so nógv, sum gjørligt.

Í viðmerkingum til fyrispurningin sigur Bjørt Samuelsen, at plastdálking er ein stór hóttan móti havumhvørvinum og ein vaksandi avbjóðing, eisini í Føroyum. Plastið verður spakuliga niðurbrotið til mikroplast og kann soleiðis dálka alla føðiketuna, og harvið tað tilfeingið, sum er dyggur partur av livigrundarlagi okkara. Mett verður at áleið 8 milliónir tons plast verður blakað í heimshøvini árliga, og er mongdin enn vaksandi, sigur tingkvinnan.

Í februar í ár setti Bjørt Samuelsen munnligar fyrispurningar um dálking við plastleidningum her heima. Landsstýriskvinnan svaraði tá millum annað, at tá umhvørvisgóðkenningarnar vórðu latnar, visti Umhvørvismyndugleikin ikki um trupulleikan við dálking við plastleidningum, men at hetta fór mann ikki at góðtaka, og mann fór at taka hond um trupulleikan. Landstýriskvinnan vísti á, at trupult er at sleppa heilt undan dálkingini, men legði dent á at: “... mann hevur tikið málið upp og arbeiðir við at broyta umhvørvisgóðkenningina, so mann fær avmarkað og støðgað hesum so vítt møguligt, sum mann kann”.

Bjørt Samuelsen sigur, at spurningarnir verða settir fyri at fáa fram hvat longu er gjørt, og hvat meira kann gerast, til tess at avmarka og steðga plastdálkingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder