Uttanlands

Blindur kinesari komin upp á Mount Everest

46 ára gamli Zhang Hong er fyrsti blindi maðurin úr Asia sum megnar at koma upp á tindin á heimsins hægsta fjalli

Zhang Hong (Mynd: CNN)

Zhang Hong (Mynd: CNN)

2021-06-02 11:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Um tú berur brek ella ikki, um tú hevur mist sjónina ella beinini ella hendurnar, hevur tað ongan týdning. So leingi sum tú hevur ein sterkan vilja, kann tú gera ting, sum onnur fólk siga, at tú ikki kann.

Soleiðis sigur 46 ára gamli Zhang Hong úr Kina, sum í farnu viku megnaði at koma uppá tindin á heimsins hægsta fjall, Mount Everest.

Zhang Hong er fyrsti blindi maðurin úr Asia, og bert triði blindi persónurin í heiminum, sum megnar hetta.

Tað var mánadagin 24. mai, at hann kom upp á tindin, skrivar CNN.

Zhang Hong misti sjónina sum 21 ára gamal av grønstar. Hann fekk íblástur frá amerikanska Erik Weihenmayer, sum eisini var blindur, og kom upp á tindin á Mount Everest í 2001.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder