Uttanlands

Blinken á ferð í Miðeystri

Vitjar Ísrael og Palestina og fer seinni til Egyptalands og Jordan

Antony Blinken (Mynd: EPA)

Antony Blinken (Mynd: EPA)

2021-05-25 10:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, er komin til Ísraels, har hann fer at royna st styrkja vápnahvíldina millum ísraelar og Hamas.

Blinken skal á vitjanini vitja bæði ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, og palestinska forsetan, Mahmoud Abbas.

Blinken fer tó ikki at hitta Hamas-felagsskapin, sum er á yvirgangslistanum hjá bæði USA og ES.

Ósemjan millum Ísrael og Hamas krevur nógv uppmerksemi av USA og umsitingini hjá Joe Biden, sum annars hevði sett sær fyri at hava meira fokus á Kina og stríðnum móti veðurlagsbroytingum.

Blinken hevur sagt, at hann vil royna at fáa tryggja vápnahvíldina. Eftir vitjanina í Ísrael fer hann at vitja í Egypatalandi og Jordan, har hann skal hitta Abdel Fattah al-Sisi, forseta, í Kairo og og Abdulla kong í Amman. Hann skal eisini hitta aðrar politiskar leiðarar í økinum, skrivar Reuters. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder