Uttanlands

Blóðreyð tøl í morgun

Stórt kursfall á partabrævamarknaðunum í Evropa og Asia

Hong Kong (Mynd: Reuters)

Hong Kong (Mynd: Reuters)

2025-04-07 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Handilskríggið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump hevur havt stóra ávirkan á altjóða partabrævamarknaðin, og aftur í morgun sóust reyð tøl um allan heimin, skriva altjóða miðlar.

Tá danski keypsskálin lat upp í morgun, fall virðið á C25-vísitalinum við 7,3 prosentum eftir fimm minuttir.

Í Fraklandi fall virðið á franska CAC 40-vísitalinum við 6,8 prosent eftir 15 minuttir, og á keypsskálanum í London fall virðið á FTSE 100-vísitalinum við 7,5 prosentum. Týska DAX-vísitalið fall eisini við nærum 10 prosentum, stutt eftir at keypsskálin í Frankfurt lat upp í morgun.

Í Asia, har flestu keypsskálarnir nú eru latnir aftur, fall japanska Nikkei 225-vísitalið við 7,8 prosentum, meðan keypsskálin í Hong Kong vísti eitt fall á meira enn 12 prosent, sum er størsta fallið á keypsskálanum í Hong Kong í meira enn 16 ár. Í Kina var kursfallið á Shanghai Composite og CSI 300 vísitølunum ávikavist 7,3 prosent og 7 prosent.

Avstralska ASX 200-vísitalið var á lægsta støði síðan 2023, tá keypsskálin í Avstralia lat aftur.

Evropeiska Stoxx 600-vísitalið, sum fylgir 600 av teimum størstu fyritøkunum í Evropa, hevði eitt fall á yvir 6 prosent stutt eftir klokkan átta í morgun.

Tað var mikudagin í farnu viku, at amerikanski forsetin, Donald Trump boðaði frá, at USA fór at leggja toll á vørur úr øllum londum. Talan er um ein grundtoll á 10 prosent, umframt at hægri tollur verður lagdur á vørur úr ávísum londum.

ES hevur boðað frá, at mann fer at svara aftur, og Kina leggur nú eisini eyka toll á amerikanskar vørur.

Les eisini: Kina leggur hægri toll á amerikanskar vørur

Les eisini: Trump leggur toll á vørur úr øðrum londum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder