2019-07-24 17:44
737 MAX hevur kostað Boeing dýrt. Hetta er av álvara greitt nú, eftir at rokniskapurin fyri apríl, mai og juni er almannakunngjørdir. Flogfør av hesum slagnum kostaðu fyrr í ár 349 fólkum lívið, tá tvey 737 MAX við stuttum millumbili duttu niður í ávíkavist Etiopia og Indonesia.
Í mars hevur hetta slagið av flogfari, ið er sera vanligt, ikki havt flogloyvi í stórum parti av heiminum. Harvið standa nógv av hesum fløgførunum á jørðini, og hetta hevur sambært Ritzau kostað felagnum 4,9 milliardir dollarar - 32 milliardir krónir
Umsetningurin er fallin ógvusliga - talan er um 35 %, sum er 15,8 milliardir dollarar og Boeing setur met í mistum peningi fyri ein ársfjórðing. Felagið stríðist fyri at gera tað trygt fyri 737 MAX flogførini at fara aftur í luftina. Bruttotalið var 2,9 milliardir dollarar - beint undir 20 millardir krónir í undirskoti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald