Hetta er ein heilt serlig dagbók, ið Margit Baadsager hevur skrivað til systir sína Arnvør, ið gjørdist sjúk av heilakrabba.
Brot úr bókini:
"Tá ið vit høvdu hugnað okkum og arbeitt í nakrar tímar, gingu vit okkum ein túr. Vit tosaðu um Ph.D.’ina. Um hvussu løgið tað var, at hon stóð føst. Ókent fyri hana at hava tað so. Hon segði, at hon hevði hoyrt onnur tosa um at raka múrin. Hon hevði ikki sæð nakran múr – fyrr enn nú. Kanska var hetta tað, tey tosaðu um? Orðarætt segði hon: –Um eg ikki visti betur, hevði eg hildið, at eg hevði ein heilaknykil.”
Eydna Skaale fer at práta við Margit um bókina og tilgongdina, Meinhard Jensen fer at siga nøkur orð, og kórið Fljóðljóð og sangbólkurin Salt fara at syngja.
Eftir tiltakið verður kaffi at fáa og bókin fæst til keyps
- Sprotin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald