Í gjár samtykti senatið í Bolivia eina lóg, sum førir landið eitt stig nærri nývali.
Lógin skal tó eisini sendast víðari til góðkenningar av bolivianska undirhúsinum, og verður hon samtykt har, skal sitandi forsetin, Jeanine Añez, undirskriva lógina, áðrenn hon verður galdandi.
Lógin ógildar m.a. umstrídda úrslitið av valinum 20. oktober, og samstundis forðar hon valevni í at stilla upp, um tey hava sitið við forsetaembætinum seinastu tvey valskeiðini. Sostatt kann fyrrverandi forsetin, Evo Morales, sum mátti leggja frá sær fyri tveimum vikum síðani, ikki stilla upp aftur.
Á valinum 20. oktober fekk Morales, sambært almennu tølunum, meirilutan, men sambært felagsskapinum Organization of American States (OAS) var talan um valsvik, og hetta fekk fólk at fara út á gøturnar og krevja nýval.
Sambært Ritzau eru í minsta lagi 32 fólk deyð í samanstoytum við trygdarlið, síðan valið.
Býurin La Paz, har bolivianska stýrið heldur til, hevur í fleiri vikur verið plágað av mótmælum. Eitt nú hava stuðulsfólk hjá Morales blokerað vegir, og hevur hetta við sær, at fólkið í økinum mangla bæði mat og brennievni
Eitt nýval verður mett sum avgerandi fyri at fáa Bolivia úr kreppuni. Sitandi forsetin, sum tók við fyri gott tveimum vikum síðani, hevur sambært boliviansku stýriskipanini 90 dagar til at útskriva val.
Les eisini: Evo Morales ákærdur fyri at eggja til harðskap og yvirgang
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald