2019-01-02 09:50
63 ára gamli Jair Bolsonaro varð í gjár – nýggjársdag – innsettur sum forseti í størsta og fólkaríkasta landinum í Latínamerika, Brasil.
Sera høgravendi Bolsonaro svorin fjeppari hjá amerikanska starvsbróðuri sínum, Donald Trump, og fer nú undir at fylla síni vallyfti um at bjarga landi sínum frá lógloysi og mutri.
Myndugleikarnir høvdu roknað við, at umleið ein hálv millión fólk fóru at vera til staðar til innsetingarhátíðarhaldið í høvuðsstaðnum, Brasília, men sambært AP-tíðindastovuni, var talið væl minni.
Bolsonaro tekur yvir hægsta embætinum í Brasil eftir Michel Terner.
(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald