2018-09-03 09:55
Fleiri 1000 fólk høvdu leita sær á konsert í Berlin í Týsklandi, har írski rokkbólkurin U2 framførdi.
Konsertin byrjaði væl, men eftir bert nakrar fáar sangir mátti konsertin avbrótast, tí at 58 ára gamli sangarin, Bono, misti røddina.
Fyrst varð sagt, at Bono hevði brúk fyri einum lítlum steðgi, men konsertin var aldirn tikin upp aftur.
- Vit eru harmir um at vit eru noyddir at steðga konsertini. Bono var í toppformi og røddina var góð áðrenn konsertin, og vit gleddu okkum til kvøldið í Berlin. Men eftir nakrar fáar sangir misti hann røddina, skrivar bólkurin á síni heimasíðu.
U2 er á konsertferð, har teir skulu spæla í níggju londum í Evropa. Næsta konsertin er í Køln í Týsklandi í annaðkvøld, skrivar TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald