Uttanlands

Borgarligi blokkurin tekur seg fram

Borgarligi blokkurin í Danmark hevur ikki havt so stóra undirtøku síðani september 2016

2018-08-22 12:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nýggjasta veljarakanningin sum Epinion hevur gjørt fyri Danmarks Radio vísir, at borgarligi blokkurin í Danmark ikki hevur havt so stóra undirtøku síðani september 2016.

Í veljarakanningini hevði borgarligi blokkurin, sum er Venstre, De Konservative, Liberal Alliance, Dansk Folkeparti og Nye Borgerlige, vunnið sær 87 sessir um val var í dag. Við hesum nærkast Lars Løkke Rasmussen enn einum valskeiðið sum forsætisráðharri.

Borgarligi blokkurin hevði fingið 7 sessir fleiri enn teir flokkarnir, sum peika á Mette Frederiksen úr Socialdemokraterne sum forsætisráðharra.

Størsta orsøkin til framgongdina hjá tí borgarliga blokkinum er, at Nye Borgerlige eru komin yvir minsta markið til at vinna sær sæti á fólkatingi og fær fimm sessir.

Alternativet peikar á Uffe Elbæk sum forsætisráðharra. Alternativet fær 8 sessir sambært nýggjastu kanningini, so skuldi flokkurin stuðla Mette Frederiksen og Sosialdemokratunum, so eigur hesin meirilutan við 88 sessum móti 87.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder