Uttanlands

Borgarstjórar hittust í Prishtina

Annika Olsen hitti Shpend Ahmeti, borgarstjóra í Prishtina

2018-09-10 17:36 Author image
Ari av Rana
placeholder
- Vit minnast, at tað vóru Føroyar, sum spældu okkara fyrsta skrásetta landsdyst, og hóast at hann mátti spælast í Týsklandi, so hevði tann viðurkenningin frá føroyingum nógv at týða fyri okkum. Tað er tí eisini ein heiður fyri okkum, at júst Føroyar skulu spæla dystin í kvøld, sigur Shpend Ahmeti, borgarstjóri í Prishtina.
 
Annika Olsen, borgarstjóri, var í dag á gátt hjá Shpend Ahmeti, borgarstjóra í Prishtina, Kosovo. Vitjanin varð fingin í lag í sambandi við landsdystin hjá Føroyum móti Kosovo í kvøld. 
 
Shpend Ahmeti hevur verið borgarstjóri í fimm ár og er ein hin kendasti politikkarin í Kosovo; hann er eisini formaður í sosialdemokratiska flokkinum í Kosovo. Hann er útbúgvin m.a. á Harvard University.
 
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Annika Olsen og Shpend Ahmeti hittast. Tey hittust eisini á høvuðsstaðarráðstevnu í Jerusalem, og borgarstjórin gav føroysku gestunum hjartaliga móttøku.
 
Tað eru 10 ár síðani, at Kosovo gjørdist sjálvstøðugt land, men er ikki viðurkent av øllum. Hann greiddi frá, at sambandið við Serbia er framvegis trupult, og so seint sum í gjár vóru trupulleikar við markið, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.
 
Ynskið er at fáa eina varandi avtalu við serbar, men tað eru teir ikki klárir til enn, segði Shpend Ahmeti, sum sjálvur er albani eins og tey flestu í Kosovo. Hann leggur tó dent á, at tað er trygt í Kosovo, og at kriminaliteturin er lágur eisini samanborið við evropeisk lond. 
 
Vaksandi búskapur og nógv ung
 
Í høvuðsstaðarkommununi búgva 350.000 fólk, men um dagin eru umleið hálv millión í býnum, tí fólk koma inn í býin at arbeiða.
 
Búskaparstøðan í Kosovo er í fer við at taka dik á seg, segði Shpend Ahmeti, og vísti á, at stórar altjóða fyritøkur nú gera íløgur í Kosovo, og at fleiri altjóða brand etableraðu handlar og hotell í Prishtina. 
 
Umleið ein triðingur av øllum kosovo-albanum búgva uttanlands, og tað hjálpir eisini, at nógvir av hesum gera stórar íløgur í heimlandinum. Ferðavinnan er harumframt vaksandi, tí viðurskiftini eru betri skipað nú.
 
Hetta gevur serligar avbjóðingar, greiddi borgarstjórin frá. Býurin skal skipa seg av nýggjum viðvíkjandi øllum infrastrukturi. Lutvíst er talan um manglar og óskipaðar mannagongdir frá farnum tíðum, lutvíst er uppgávan at fyrireika býin til nútíðar krøv og stóra talið av ungum fólki, ið krevur skúlar, bústaðir og fasilitetir til frítíð og undirhald.
 
Helvtin av fólkinum í Prishtina er undir 25 ár, og 70% av fólkinum eru undir 35 ár. Hesa serligu støðu sá borgarstjórin sum stóran fyrimun fyri býin og landið eisini mentanarliga.
 
Kvinnur í politikki
 

Í býráðnum í Prishtina eru 51 býráðslimir. Eins og í Føroyum verður býráðið valt 4. hvørt ár. Men ávísir munir eru millum skipanina í Kosovo og í Føroyum.

Borgarstjórin verður eitt nú valdur beinleiðis av fólkinum, og megnar býráðið ikki at samtykkja fíggjarætlanina, verður býráðið sent til hús og býráðsval fyriskipað, men borgarstjórin verður hinvegin sitandi. 
 

- Soleiðis fáa vit altíð samtykt fíggjarætlanina til síðst, segði Shpend Ahmeti brosandi.

Tað er harumframt lógarkrav, at triðingurin av býráðslimunum skulu vera kvinnur.
 
Føroyingar væl umtóktir í Kosovo
 
- Hetta er sera stórur dagur fyri okkum í Kosovo og Prishtina, segði borgarstjórin, og sipaði til dystin móti Føroyum í kvøld.
 
Nú gamli leikvøllurin í býnum er um- og útbygdur til tess at lúka UEFA-krøvini til altjóða dystir, er hetta fyrsti heimadystur hjá Kosovo nakrantíð í egnum landi, og tað merkist týðiliga í býnum, at í kvøld er serlig hending – at søga verður skrivað. 
 
- Vit minnast, at tað vóru Føroyar, sum spældu okkara fyrsta skrásetta landsdyst, og hóast at hann mátti spælast í Týsklandi, so hevði tann viðurkenningin frá føroyingum nógv at týða fyri okkum. Tað er tí eisini ein heiður fyri okkum, at júst Føroyar skulu spæla dystin í kvøld, segði Shpend Ahmeti.
 
Bjóðaður til Havnar
 
Annika Olsen greiddi somuleiðis frá viðurskiftum í Tórshavnar kommunu og Føroyum. Undir hesum kom m.a. fram, at bæði Havnin og Prishtina fyrireika bygging av nýggjum langhyli. 
 
Umframt at handa gávu bjóðaði Annika Olsen borgarstjóranum í Prishtina til Havnar at vitja, eitt nú tá Kosovo skal spæla á Tórsvølli í oktober. Shpend Ahmeti takkaði fyri og segði, at tað ætlaði hann sær at koma. 
 
Hann handaði somuleiðis Anniku Olsen sermerkta gávu, eina leirstandmynd av gudinnu, ið funnin er í Prishtina, og sum er uml. 6.000 ár gomul. Hon er í dag býarmerkið hjá Prishtina. Originalurin er á savni í Kosovo.
 

Umframt borgarstjóran eru umboð fyri Tórshavnar kommunu í bygginevndini fyri Tórsvøll við á ferðini. Ørindi í gjár vóru m.a. at hyggja nú liðugt um- og útbygda tjóðleikvøllinum í Prishtina, har UEFA-umboðsmaður greiddi frá tilgongdini eins og byggiloysnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder