Borgarstjórin á Sandi, Brandur Sandoy fer ikki at stilla upp aftur til næsta kommunu val. Hann fer heldur at savna sína orku í løgtinginum.
Hesum boðar hann frá á sínari Facebooksíðu.
Hann var fyri 11 árum síðani valdur í kommunustýrið á Sandi fyri fyrstu ferð, og í oktober í ár hevur hann verið borgarstjóri í heimbygdini í tíggju ár.
- Eg havi endaliga tikið avgerð um, at hetta verđur síðsta skeiðið, ið borgarstjórin á Sandi eitur Brandur Sandoy. Ein er tíðin at dansa, og eftir at hava gjørt mítt allarbesta fyri at føra førningin longri fram á leið, eftir at nógv politisk mál eru rokkin, er tíðin komin til at lata stafettina í kommununi víðari.
Brandur Sandoy bjóðar seg hinvegin fram sum valevni fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið, sum verður 31. august.
Til seinasta løgtingsval stillaði Brandur eisini upp, men 258 atkvøður og eitt níggjunda pláss á lista A, var hetta ikki nokk til ein løgtingssess.
Pauli Trónd Petersen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hann er ikki einasti borgarstjóri, sum nú satsar upp á landspolitikk. Pauli Trónd Petersen sum síðani 2004 hevur sitið í kommunustýrinum í Vestmanna, og síðani 2012 verið borgarstjóri í kommununi, stillar eisini bara upp til løgtingsvalið.
- Vestmanna kommuna hevur nógv góð fólk, sum eiga at sleppa at royna seg. Tíðin er komin til, at eg gevi stafettina víðari, tá hetta valskeiðið endar. Eg fari at seta alt inn uppá at bjóða meg fram til løgting - og landsstýrið - um veljarin heldur tað vera eitt líka gott hugskot sum eg haldi, sigur Pauli Trónd Petersen.
Pauli Trónd Petersen hevur verið fastur varðamaður fyri Tjóðveldi síðani løgtingsvalið 2015.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald