Uttanlands

Borgarstjóri stungin niður undir vælgerandi tiltaki

Pawel Adamowicz hevur verið borgarstjóri í Gdansk síðan 1998

Fólk savnað uttan fyri skaðastovuna har borgarstjórin varð fluttur eftir álopið í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Fólk savnað uttan fyri skaðastovuna har borgarstjórin varð fluttur eftir álopið í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2019-01-14 07:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Borgarstjórin í Gdansk í Polandi varð í gjárð stungin niður undir eini konsert, og støðan hjá honum verður søgd at vera sera álvarslig.

Tað upplýsir landsins forseti, Andrzej Duda, fyri fjølmiðlunum, sambært AP-tíðindastovuni.

- Tað eydnaðist læknunum at fáa lív aftur í illa særda borgarstjóran, Pawel Adamowicz, men støðan er framvegis ógvulig álvarslig, segði forsetin.

Borgarstjórin varð álopin undir einum vælgerðandi tiltaki í pólska havnarbýnum sunnukvøldið. Hendingin fór fram um 20-tíðina meðan borgarstjórin stóð á pallinum og helt røðu.

Gerningsmaðurin, ið varð handtikin á staðnum, fór upp á pallin og stakk borgmeistaran við einum hvøssum luti, verður sagt.

Pólska sjónvarpsstøðin TVN24 sigur, at gerningsmaðurin rópti, at hann hevði verið fongslaður hóast hann var ósekur, og at tað var flokkurin hjá borgarstjóranum, Pallur Borgaranna, sum var orsøk til hetta.

Sambært TVN24 tók borgarstjórin um búkin og small um eftir at hann var álopin. Radio Gdansk skrivar, at Adamowicz er stungin nærhendis hjartað, men sagt verður ikki hvaðani útvarpsstøðin hevur hesar upplýsingarnar.

Onkrir miðlar skriva, at gerningsmaðurin brúkti knív, meðan aðrir nevna vápnið fyri ”ein hvassan lut”. Sambært fleiri miðlum, var talan um ein 27 ára gamlan mann, sum fyrr er kendur av løgregluni.

Pólski innanríkisráðharrin, Joachim Brudzinski, kallar álopið fyri eina ”ófatiliga barbariska gerð”.

Eisini ES-forsetin, Donald Tusk, sendir borgarstjóranum sínar tankar.

- Latið okkum øll biðja fyri Adamowicz. Pawel, vit eru við tær, skrivar Donald Tusk á Twitter.

Tusk er fyrrverandi forsætisráðharri í Polandi og var við til at stovna flokkin, Platforma Obywatelska, Pallur Borgaranna. Hann kemur eisini sjálvur úr Gdansk.

Adamowicz hevur verið borgarstjóri í Gdansk síðan 1998. Hann er ein partur av demokratisku andstøðuni, ið vaks undir leiðsluni hjá fyrrverandi Solidarność-leiðsluni hjá Lech Walesa.

Adamowicz verður mettur at vera ein framtakshugaður politikari, ið stuðlar LGBT-rættindum og hevur tosað fyri størri tolsemi mótvegis minnilutum, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder