Uttanlands

Boris Johnson giftur

Bretski forsætisráðharrin og unnustan Carrie Symonds giftust í loyndum í gjár

Carrie Symonds og Boris Johnson (Mynd: EPA)

Carrie Symonds og Boris Johnson (Mynd: EPA)

2021-05-30 13:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson og unnustan Carrie Symonds eru nú gift, váttar talsfólk hjá forsætisráðharranum.

Parið hevði eitt lítið, loyniligt brúdleyp leygardag seinnapart, og ætla tey sær at hátíðarhalda dagin við teirra kæru næsta summar.

Sambært BBC er hetta fyrstu ferð í næstan 200 ár, at ein bretskur forsætisráðharri verður giftur í sínari embætistíð. Seinast var í 1822, tá Robert Banks Jenkinson var forsætisráðharri.

Hetta er triðu ferð, at 56 ára gamli Boris Johnson verður giftur. Hann og 33 ára gamla Carrie Symonds gjørdust trúlovaði í februar 2020, og í apríl sama árið fingu tey sonin Wilfred.

[object Object](Mynd: PA Wire)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder