Sum nýggjur forsetisráðharri er Boris Johnson nú fluttur inn í húsini á Downing Street nummar 10, og hevur hann eisini sett fleiri nýggjar ráðharrar.
Sambært DR hava heili 17 fólk mist plássið hjá sær í bretska stýrinum. Fleiri eru blivin koyrd úr starvi, og fleiri ráðharrar boðaðu eisini frá, at teir ikki ynsktu at halda fram, um Boris Johnson varð valdur.
Ein teirra, ið legði frá sær var fíggjarmálaráðharrin, Philip Hammond, og nú hevur Boris Johnson sett 49 ára gamla Sajid Javid sum fíggjarmálaráðharra. Hann var innlendismálaráðharri undir Theresu May.
Fyrrverandi ráðharrin í brexitmálum, Dominic Raab, sum legði frá sær fyri tveimum árum síðani fyri at mótmæla skilnaðaravtaluna hjá May, er nú vorðin uttanríkismálaráðharri. Hann er 45 ár og er kendur sum ein eldhugaður ES-skeptikari.
Nýggi innlendismálaráðharrin er 47 ára gamla Priti Patel. Hon er ein stórur forsprákari fyri brexit og fyrrverandi menningamálaráðharri. Hon er fleiri ferðir komin við kontroversiellum uppskotum; m.a. tekur hon undir við at fáa deyðarevsing aftur til Bretlands. Hon var ein teirra, ið kom við atfinningum móti skilnaðaravtaluni hjá May, og atkvøddi hon ímóti, hvørjaferð atkvøðast skuldi um avtaluna.
Nýggi undirvísingarmálaráðharrin verður 47 ára gamli Gavin Williamson, sum fyri fáum mánaðum síðani var verjumálaráðharri undir Theresu May. Hann varð tó koyrdur fyri at hava likið upplýsingar um kinesisku telefyritøkuna Huawei.
Stephen Barclay heldur fram sum ráðharri í brexitmálum, og Michael Gove fer eisini at vera tætt knýttur at brexit-samráðingunum, og fær hann ábyrgdina fyri at fyrireika Bretland til eitt møguligt brexit uttan avtalu.
Tað verður ES-mótstøðumaðurin Jacob Rees-Mogg, sum verður nýggi leiðarin av Undirhúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald