Tríggir bilførar fingu í gjár bót og klipp í koyrikortið fyri ikki at virða ferðsluljósini, sum eru sett upp fyri at skipa ferðsluna gjøgnum tunnlarnar norður um Fjall.
Talan var um bilar, sum hildu áfram at koyra, hóast tað var farið at lýsa reytt.
Í Klaksvíkar býi vóru tað eisini rættiliga nógvir bilførarar, sum heldur ikki aktaðu skeltingina í gjár, og koyrdu eftir gøtum við einvegis ferðslu.
Men her vísti løgreglan meira tolsemi, og valdi heldur at geva bilførarunum eina átalu.
Talan er um eina skipan av ferðsluni, sum er sett í verk í sambandi við vegaarbeiði á Stangarvegi nærhendis ferjuleguna.
Í hesum sambandi verður ferðslan skipað einvegis norðureftir eftir Kráargøtu og Kjalarvegi og einvegis suðureftir eftir Heygavegi og Garðavegi og so eisini Stangarvegi, har arbeiðið fer fram.
Men hesum vóru tað í gjár fleiri bilførarar, sum ikki varnaðust, og koyrdu tí sum teir plaga, øvugta vegin av hvat skeltingin vísir.
- Tað er sum við píkadekkunum. At byrja við vísa vit tolsemi og velja at geva bilførarunum eina átalu. Men tað heldur ikki áfram. Fyrr ella seinni byrja vit at útskriva bøtur, sigur vaktleiðarin hjá løgreglustøðini í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald