Tað kom illa við hjá Jens Peter Nissen og synunum Martin og Mark, at BR og Toys’R’Us fór á heysin. Feðgarnir í Holstebro í Jútlandi hava eina lítla familjufyritøku, og teir hava smíða 4000 fastalávintstunnur, sum BR og Toys’R’Us skuldi keypa.
Leikutoysfyritøkan boðaði í summar frá, at hon fór at keypa 4000 hondgjørdar tunnur frá Bødkeriet, sum er einasta fyritøka í Danmark, sum ger fastalávintstunnur. Men í desember fingu teir ikki tað vanligu endaligu bíleggingina.
Martin Nissen, sum eigur fyritøkuna Bødkeriet saman við pápanum og beiggjanum, sigur við Børsen, at tað er keðiligt at hava mist ein so stóran kunda, men velur at síggja ljóst uppá framtíðina. Hann sigur, at hóast BR og Toys’R’Us ikki eru longur, so halda fólk enn fastalávint, so hann vónar at fáa selt tunnurnar.
Familjufyritøkan ger áleið 30.000 føstulávintstunnur um árið. Millum annað Coop er ein stórur kundi. Í 2017 var inntøkan frá fastalávintstunnunum áleið helvtin av allari inntøkuni hjá fyritøkuni, men síðani aðrir partar av fyritøkuni standa seg betri, er hendan inntøkan nú ein triðingur av allari inntøkuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald