2018-11-30 12:28
Ein brævbjálvi við hvítum pulvuri er sendur einari løgreglustøð í Hamar Noregi.
Norska løgreglan boðar frá hendingini á Twitter, og skrivar, at tveir løgreglumenn hava verið í samband við hvíta pulvurið.
Enn er ikki vist hvat pulvur talan er um, men báðir løgreglumenninir siga, at tað skriðar í hálsinum og svíður í eygunum. Báðir løgreglumenninir eru nú undir viðgerð.
VG.no skrivar, at ein hædd á løgreglustøðini er stongd, og at ein bumbubólkur er á veg úr Oslo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald