Uttanlands

Brasil góðkent tvey koppingarevni

Talan er um bretsk-svenska AstraZeneca og kinesiska Sinovac – Fyrsti brasilski íbúgvin varð koppsettur í gjár, og mikudagin verður landsumfatandi koppsetingarætlanin sett í verk

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2021-01-18 07:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Brasilsku heilsumyndugleikarnir hava nú góðkent tvey koronakoppingarevni frá ávikavíst bretsk-svenska AstraZeneca og kinesiska Sinovac.

Í gjár, stutt eftir at koppingarevnini vórðu góðkend, fekk fyrsti brasilski íbúgvin – ein 54 ára gamal sjúkrarøktarfrøðingur – fyrstu koppsetingina.

Eduardo Pazuello, heilsumálaráðharri í Brasil, upplýsir, at koppingarevnini longu frá í dag verða deilt út millum allar statirnir í landinum. Síðani er ætlanin, at landsumfatandi koppsetingarætlanin verður sett í verk mikudagin.

Heilsustarvsfólk og fólk yvir 75 ár, umframt íbúgvar á røktarheimi og upprunafólk verða millum tey fyrstu, sum fáa tilboð um koppseting, skrivar Ritzau.

Sunnudagin møttu hundraðtals mótmælisfólk upp frammanfyri skrivstovuni hjá brasilska heilsumyndugleikanum Anvisa í høvuðsstaðnum Brasilia.

Mótmælisfólkini høvdu millum annað við sær stórar figurar av forsetanum, Jair Bolsonaro, við blóð á hondunum.

Bolsonaro hevur leingi gjørt lítið burturúr farsóttini, og hevur hann verið harðliga ímóti afturlatingum, maskum og avmarkingum. Eisini hevur hann rópt koronavirusið fyri eitt lítið forkølilsi.

Hann hevur eisini sett spurnartekin við koppingarevnini, og hevur hann sagt, at eingi vísindalig prógv eru fyri, at talan ikki er um heilivág, sum kann elva til skaða.

Les eisini: – Einki vísindaligt prógv fyri at koppingarevnið riggar

Brasil hevur sambært Johns Hopkins University skrásett 8,4 mió. smittutilburðir og 209.000 andlát. Bert USA hevur skrásett fleiri andlát – gott 400.000.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder