Innanlands

Breið semja um ferðavinnuuppskotið

Samgonguflokkarnir og Sambandsflokkurin í vinnunevndini eru samdir um at leggja gjald á gistinætur heldur enn við komu

Mynd frá tá vinnunevndarlimir gjørdu semjuna um hvussu alivinnan skal skattast (Mynd: Sverri Egholm)

Mynd frá tá vinnunevndarlimir gjørdu semjuna um hvussu alivinnan skal skattast (Mynd: Sverri Egholm)

2024-05-16 06:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Samgonguflokkarnir og Sambandsflokkurin eru enn einaferð komin fram til eina semju um, hvussu eitt av avbjóðandi politisku málunum skulu fremjast. Hetta inniber eitt nú, at gjaldið frá ferðafólkunum verður kravt fyri gistinætur, og ikki við innkomu, sum upprunaliga ætlað, og at inntøkurnar hiðani verða settar í grunn, sum søkjast kann út fyri at menna ferðavinnuna.

Hetta kemur fram í tíðindaskrivi, sum Uni Holm Johannesen úr Javnaðarflokkinum sendi út vegna meirilutan í løgtingsins vinnunevnd í gjárkvøldið.

Vinnunevndin kom í gjár við sínum áliti í nógv umrødda málinum um ‘burðardygga ferðavinnu.

Her verður sagt, at samgonguflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, og Sambandsflokkurin eru samd um, hvussu karmarnir fyri ferðavinnuna skulu skipast frameftir.

Í semju og samstarvi við landsstýrismannin hava vinnunevndarumboðini hjá flokkunum lagt upp til nakrar broytingar í uppskotinum, sum landsstýrismaðurin bar í Løgtingið í vár, men høvuðstættirnir í uppskotinum eru, at

  • Føroyingar hava frítt at fara í føroysku náttúruni undir ábyrgd
  • Burðardygdargjaldið verður kravt inn sum gjald á gistinætur, og ikki við innkomu sum upprunaliga ætlað
  • Inntøkurnar frá burðardygdargjaldinum verða settar í grunn, sum søkjast kann úr fyri at menna ferðavinnuna kring landið
  • Gjaldsportur verða forboðin, men bøndur fáa heimild at taka gjald fyri tænastur

Útgangsstøðið í uppskotinum er framvegis, at kommunur, bøndur og heimafólk hava ein avgerandi leiklut at skipa ferðavinnuna í sínum lokaløki við ferðavinnuætlanum, og ein ferðavinnuapp skal eisini mennast, sum verður við til at skipa gongd í haga.

Flokkarnir ásanna við semjuni, at tað er neyðugt við greiðum ferðavinnukørmum, sum taka atlit at náttúruvernd, landbúnað, mentanararvi og skapandi vinnum, sum kann skapa vinnumøguleikar í bæði bygd og bý.

Onnur viðgerð av uppskotinum verður í løgtinginum í morgin, fríggjadagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder