Brennistøðin avskipaði góð 1200 tons av jarni til endurnýtslu í Englandi síðsta miku- og hósdag.
Skipanin við jarni er soleiðis, at privatborgarar og akfør undir 3500 kg skulu koyra jarnburturkast í bingjur á Endurnýtsluni. Jarnplássið á Hjalla tekur ímóti akførum yvir 3500 kg. Bilvrak skulu altíð latast inn á jarnplássið - bæði vinnulig bilvrak og privat bilvrak.
Skrottjarnið skal vigast á vektini hjá Endurnýtlsuni við innkoyringina til rusksiloina. Minni nøgdir (upp til 200 kg) kunnu vigast á plattavekt. Skrottið verður vigað á veg inn áðrenn avskiping og á veg út aftan á avskiping. Er okkurt at spyrja um, kanst tú gera vart við teg á Endurnýtsluni ella ringja 30 20 40.
Jarnburturkastið frá vinnuni verður latið inn á jarnplássið, t.d. stórir jarnlutir, so sum bingjur, gravimaskinur og flakalinjur. Eisini verður tikið ímóti bingjum við blandaðum jarnburturkasti so sum billutir og annað tílíkt.
Endurnýtslan letur pening fyri gamalt jarn og onnur sløg av metallum, t.d. kopar og aluminium. Skrottjarn skal viga í minsta lagi 200 kg til tess, at peningur verður latin fyri tað. Tó kann Al og Cu viga minni. Hetta verður vigað á plattvekt. Fyri at skrottið kann bólkast í ávísan vørubólk, skal tað vera sama slag. Eru fleiri sløg blandaði saman (t.d. jarn og aluminium), verður alt skrottið bólkað í bólkin við minsta gjaldinum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald