2018-10-20 16:30
Í dag ganga fleiri 100.000 bretar á gøtunum í London og krevja eina nýggja fólkaatkvøðu um Brexit.
Tað er serliga ung fólk, sum luttaka í mótmælisgonguni, sum "The People's Vote"-rørslan skipar fyri.
"The People's Vote" meta, sambært BBC, at uml. 670.000 fólk møttu upp at mótmæla. Bretska løgreglan boðar tó frá, at tey ikki hava verið før fyri at gera eina ordiliga meting.
Mynd: BBC
Í 2016 atkvøddi ein meiriluti av bretum fyri at fara úr ES, og eftir ætlan fer Bretland úr ES tann 29. mars næsta ár.
Bretski forsetisráðharrin, Theresa May hevur fleiri ferðir boðað frá, at eingin nýggj fólkaatkvøða verður um málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald