Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson ætlar, at Stórabretland skal binda seg til at minka um CO2-útlátið við 78 prosent í 2035.
Sambært tíðindastovuni Reuters fer Boris Johnson at kunna um ætlanina áðrenn hann fer at luttaka á talgilda veðurlagstoppfundinum 22. og 23. apríl, sum amerikanski forsetin, Joe Biden er vertur fyri. Hetta verður harvið eisini áðrenn Stórabretland skal vera vertur fyri COP26, veðurlagsráðstevnuni hjá ST í november. Ráðstevnan verður hildin í skotska býnum Glasgow.
Bretski ráðharrin í undirvísingarmálum, Gavin Williamson, sigur við Sky News, at Boris Johnson altíð hevur gjørt greitt, at Stórabretland skal ganga á odda, tá tað kemur til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi.
Sambært miðlinum Financial Times, verður útlát frá altjóða flogferðslu og vøruflutningi helst partur av ætlanini.
Bæði bretski andstøðuflokkurin Labour og umhvørvisfelagsskapir siga seg fegnast um ætlanina hjá stjórnini, men sambært Ritzau ávara teir eisini um, at har vantar ein politikkur, sum ger stjórnina føra fyri at halda tað, hon lovar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald