Fríggjadagin vann ein heppin breti nærum eina mia. krónur í lottospælinum EuroMillions.
EuroMillions er eitt felags lottospæl, sum verður spælt í fleiri evropeiskum londum, m.a. í Spania, Fraklandi, Portugal, Írlandi, Belgia og Sveis. Bert ein vinnari hevði sjey røtt tøl, og bretska National Lottery hevur váttað, at lottoseðilin varð keyptur í Stórabretlandi.
Sambært Ritzau er ikki fráboðað, hvør vinnarin er, ella hvar í Stórabretlandi lottoseðili er keyptur, men viðkomandi vann heilar 115,4 mió. pund, sum svarar til 968 mió. krónur.
Ein vinningur á nærum eina mia. krónur ljóðar sum øgiliga nógv, men tað er tó bert tann 9. størsti lottovinningurim, sum er vunnin í heiminum higartil.
Størsti vinningurin nakrantíð varð vunnin í USA í 2016. Tann upphæddin var 1586 mió. dollarar, ið svarar til næstan 10 mia. í okkara krónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald