Bretland er nú ikki longur partur av Evropasamveldinum, og brexit er veruleiki. Tað var klokkan 23 í kvøld at Bretland eftir 47 ár sum limur í ES alment tók seg úr felagsskapinum.
Á fólkaatkvøðu í 2016 vóru 17,4 milliónir sum atkvøddu fyri at fara úr ES, og 16,1 millión sum atkvøddu fyri at vera verðandi.
Síðani tá hevur verið roynt at fingið eina fráfaringaravtalu, og brexit-dagurin hevur verið útsettur fleiri ferðir.
Men tað, at Bretland nú er farið úr ES fær ikki tær stóru avleiðingarnar í kvøld, tí tær avtalur sum hava verið millum Bretland og ES halda fram árið út, meðan partarnir fara undir samráðingar um handilsavtalur.
Á ES-borgini í Brússel í kvøld, tá bretska flaggið “Union Jack” varð tikið niður (Mynd: EPA)
Í London eru fleiri sum eru farin út á gøturnar, summi at mótmæla og summi fyri at hátíðarhalda (Mynd: EPA)
Klokkan 22 lokala tíð byrjaði niðurteljingin í Downing street No. 10 í London, har Boris Johnson heldur til (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald