Uttanlands

Grønland: Atassut farin úr landsstýrissamgonguni

Nú eru bæði Siumut og Atassut farnir úr samgonguni, men Demokratiit og IA hava framvegis meirilutan í tinginum aftan fyri seg.

Aqqalu C. Jerimiassen, formaður í Atassut, sum nú ikki longur er partur av grønlendska landsstýrissamstarvinum (Savnsmynd: EPA/Christian Klindt Soelbeck)

Aqqalu C. Jerimiassen, formaður í Atassut, sum nú ikki longur er partur av grønlendska landsstýrissamstarvinum (Savnsmynd: EPA/Christian Klindt Soelbeck)

2026-11-10 07:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Flokkurin Atassut er ikki longur partur av grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut. Hesa avgerð tók ovasta leiðslan í flokkinum á fundi sunnudagin, skrivaðu grønlendska blaðið Sermitsiaq og kringvarpið KNR í gjárkvøldið.

Attassut finst at leiðsluni í samgonguni fyri hvørki at vera ábyrgdarfull ella rættvís.

Eftir í samgonguni eru nú teir báðir flokkarnir Demokraatit og Inuit Ataqatigiit (IA). Tilsamans hava hesir flokkar framvegis meiriluta í tinginum, Inatsisartut, við 18 av 31 tingsessum.

Misálit móti Nivi Olsen

Avgerðin hjá Atassut byggir á eitt misálitismál móti Nivi Olsen úr Demokraatit, ið er landsstýriskvinna fyri útbúgving, mentan, ítrótt og kirkju.

Hon verður skuldsett fyri ikki at hava handfarið eitt mál um stuðul til felagsskapin KNQK í samsvari við sína ábyrgd.

KNR skrivar, at felagsskapurin í 2025 brúkti pengarnar til onnur endamál, enn teir vórðu latnir til. Og felagsskapurin fekk játtað pening aftur í 2026 áðrenn hann hevði latið inn frágreiðing og uttan at peningurin fyri 2025 var afturgoldin.

Misálit varð reist móti Nivi Olsen heili tvær ferðir í Inatsisartut í farnu viku, men uttan at meiriluti var fyri einum misáliti.

- Virða ikki okkara sjónarmið

Atassut, sum hevur tveir sessir í tinginum, heldur, at Nivi Olsen eigur at siga landsstýrissessin frá sær.

- Samgongan hevur tikið avgerð um at Nivi Olsen skal halda fram, og lurtar sostatt ikki eftir okkara sjónarmiðum, skrivar flokkurin í tíðindaskrivi.

Higartil hevur Maritha Broberg umboðað Atassut í landsstýrinum sum landsstýriskvinna við almanna-, arbeiðsmarknaðar-, familju- og innanríkismálum.

Hon er sostatt tann fimti landsstýrislimurin, ið tekur seg úr stjórnini síðan landstingsvalið í 2025.

Sosialdemokratiski flokkurin, Siumut, tók seg úr landsstýrissamgonguni í mars í ár.

Upprunaligu landsstýrisflokkarnir, Demokraatit, IA, Atassut og Siumut kunngjørdu annars fyrr í gjár, at teir høvdu gjørt eina semju um fíggjarlóg fyri 2027.

Formaðurin í Atassut, Aqqalu C. Jerimiassen, var við til at kunngera semjuna, og sambært KNR var tá ikki nøkur talan um, at flokkurin var á veg út úr samgonguni, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder