Uttanlands

Bretland sendir herskip til Jersey

Ósemja við Frakland um fiskirættindi kring oynna eftir Brexit

HSM Severn er sent til Jersey (Mynd: BBC)

HSM Severn er sent til Jersey (Mynd: BBC)

2021-05-06 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretland hevur sent tvey herskip til oynna Jersey beint út fyri fronsku norðurstrondina í Ermasundi. Orsøkin er ein ósemja millum Frakland og Bretland um fiskiskap.

Talan er um skipini HMS Severn og HMS Tamar.

Sambært AFP tíðindastovuni hava umleið 100 fransk fiskiskip ætlanir um at sigla til Jersey í dag fyri at mótmæla einari nýggjari skipan, ið merkir, at bert fá fronsk fiskiskip sleppa av fiska á fiskileiðinum kring Jersey. Hetta er ein avleiðing av Brexit.

Boris Johnson, forsætisráðharri sigur, at Bretland ikki fer at góðtaka fronsku ætlanir um at blokera havnir á Jersey. Franska ráðkvinnan við havmárættarmálum, Annick Girardin, hevur hinvegin hótt fyri at slíta streymveitingina til Jersey, sum fær 95 prosent av streyminum av franska meginlandinum.

Fyrsti ráðharrin fyri Jersey, John Le Fondré, og bretski uttanríkisráðharrin, Ian Gorst, vísa á, at neyðugt er at finna eina loysn í viðurskiftunum millum oynna og Frakland.

Jersey er sjálvstýrandi oygg. Hon er ikki ein partur av Stórabretlandi, men hoyrir undir bretsku krúnuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder