Bretska drotningin, Elizabeth II, hevur fingið staðfest koronu.
Buckingham Palace upplýsir, sambært The Guardian, at 95 ára gamla drotningin hevur mild krímlíknandi sjúkueyðkenni. Komandi tíðina fer hon framhaldandi at taka sær av løttum uppgávum á Windsor slottinum.
Læknar halda eyga við drotningini, og verða øll galdandi tilmæli fylgd, verður sagt.
Elizabeth drotning hevur verið í sambandi við son hennara, 73 ára gamla Charles prins, sum fyri tíggju døgum síðani eisini fekk staðfest koronu – fyri aðru ferð. Fyrstu ferð prinsurin fekk staðfest smittuna var á vári í 2020. Kona Charles, Camilla, hertogafrúa av Cornwall, hevur eisini fingið staðfest koronu.
Sum skilst, er Elizabeth drotning koppsett fyri koronu tríggjar ferðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald