2018-08-15 12:21
Bretska løgreglan hevur nú almannakunngjørt navnið á manninum, sum er undir illgruna fyri at hava framt yvirgangsálop, tá hann við bili rendi á fleiri fólk við Westminster í London í gjár.
Talan er um 29 ára gamla Salih Khater. Khater er bretskur ríkisborgari, men kemur upprunaliga úr Sudan, skrivar BBC.
Trý fólk vóru særd, tá Khater við bili rendi á fólk til gongu og fólk á súkklu við Wsetminster, tá fólk vóru á veg til arbeiðis í gjáramorgunin. Khater redni síðani á ein verjugarð við bretska parlamentið, og varð síðani handtikin.
MI5 og anti-yvirgangsløgreglan í Bretlandi kendi ikki til Salih Khater áðrenn álopið, men lokala løgreglan kendi mannin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald