2018-08-14 20:35
Bretska løgreglan er farið at gera húsarannsóknir, eftir at ein 29 ára gamal bretskur statsborgari framdi eitt yvirgangsálop móti Westminster í London í morgun.
Tað var klokkan 7.37 í morgun at 29 ára gamli maðurin koyrdi á fólk við Westminster og at enda rakti eina verjugarð. Maðurin varð handtikin á staðnum. Trý fólk fingu skaða í álopinum, men øll eru útskrivaði av sjúkrahúsi.
Í kvøld ger løgreglan húsarannsóknir á trimum bústøðum. Tveir teirra eru í Birmingham, meðan tann triði er í Nottingham.
Enn er yvirgangsálopshóttanin í Stórabretlandi sett at verða “álvarsom” skrivar Sky News.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald