Uttanlands

Bretski heilsumálaráðharrin lagt frá sær

Herfyri vórðu myndir almannakunngjørdar av Matt Hancock, meðan hann mussar og heldur um eina av kvinnuligu ráðgevum sínum – Tað er ikki í lagi, at mann ikki fylgir tilmælini um frástøðu, sum mann sjálvur hevur verið við til at áseta, ásannar hann

– Tey av okkum, sum áseta slíkar reglur skulu eisini fylgja teimum, sigur Matt Hancock (Mynd: EPA)

– Tey av okkum, sum áseta slíkar reglur skulu eisini fylgja teimum, sigur Matt Hancock (Mynd: EPA)

2021-06-27 15:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretski heilsumálaráðharrin, Matt Hancock, legði í gjár frá sær, boðar skrivstovan hjá bretska forsætisráðharranum í Downing Street frá.

Hetta kemur í kjalarvørrinum á einari avdúking hjá bretska blaðnum The Sun. Blaðið almannakunngjørdi fyrr í vikuni myndir av heilsumálaráðharranum, har hann mussar og heldur um ein av kvinnuligu ráðgevum sínum.

Matt Hancock hevur verið giftur við Martha Hancock síðan 2006, men tað er ikki einasta orsøkin til, at myndirnar hava skapt øsing. Fólk ilskast eisini inná Matt Hancock fyri ikki at yvirhalda tilmælini um frástøðu, sum hann sjálvur hevur verið við til at áseta.

Myndirnar eru nevniliga tiknar á skrivstovuni hjá Matt Hancock í farna mánað, tá bretsku tilmælini vóru, at fólk ikki skuldi hava tætt samband við onnur, sum ikki vóru úr sama húski.

– Tey av okkum, sum áseta slíkar reglur skulu eisini fylgja teimum. Tí noyðist eg at leggja frá mær, segði Matt Hancock í einari sjónbandaupptøku á Twitter.

Leiðarin í bretska andstøðuflokkinum Labour, Keir Starmer heldur, at Matt Hancock gjørdi tað rætta við at leggja frá sær. Men hann heldur tó, at forsætisráðharrin, Boris Johnson átti at koyrt hann, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder