Bretski undirráðharrin (juniorminister) fyri Skotland, Douglas Ross, hevur sagt embætið frá sær sum mótmæli móti, at nærmasti ráðgevin hjá Boris Johnson, forsætisráðharra, Dominic Cummings, hevur brotið reglurnar um ferðing undir korona.
Hesum boðaði Douglas Ross frá á Twitter í dag.
I haven't commented publicly on the situation with Dominic Cummings as I have waited to hear the full details. I welcome the statement to clarify matters, but there remains aspects of the explanation which I have trouble with. As a result I have resigned as a government Minister. pic.twitter.com/6yXLyMzItJ
— Douglas Ross MP (@Douglas4Moray) May 26, 2020
Dominic Cummings koyrdi í mars úr London til Norðuronglands hóast hetta var í stríð við bannið, sum Boris Johnson og stjórn hansara høvdu sett.
Les eisini: Boris Johnson stuðlar Dominic Cummings
37 ára gamli Douglas Ross er skoti, hevur fyrr sitið í skotska tjóðartinginum fyri konservativa flokkin. Eftir bretska tjóðartingsvalið í heyst, varð hann útnevndur til undirráðharra fyri Skotland.
Douglas Ross er í Skotlandi eisini kendur sum fótbóltsdómari á høgum altjóða stigi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald