Uttanlands

Brett Kavanaugh útnevndur til hægstarættardómara

50 atkvøddu fyri og 48 atkvøddu ímóti

2018-10-06 22:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld atkvøddi amerikanska senatið um, hvørt Brett Kavanaugh skuldi gerast hægstarættardómari.

Sambært DR, varð Kavanaugh góðkendur við 50 atkvøðum fyri og 48 ímóti.

Í sambandi við atkvøðugreiðsluna vóru fleiri túsund fólk møtt upp í Washington D.C. at mótmæla. Mótmælisfólk stóðu m.a. framanfyri kongresbygningin, har atkvøðugreiðslan var, við bannarum og róptu "rættvísi fyri kvinnur, ið hava verið fyri kynsligum ágangi".

Nógv kjak hevur verið um, hvørt 53 ára gamli Brett Kavanaugh var skikkaður til at vera hægstarættardómari, eftir at hann varð ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á 51 ára gomlu Christine Blasey Ford. Sambært Ford skuldi Kavanaugh havt roynt at neyðtikið hana í einari veitslu, tá tey vóru 15 og 17 ára gomul.

Seinni eru tvær aðrar kvinnur komnar fram við líknandi søgum um Kavanaugh.

Brett Kavanaugh sigur seg tó ikki hava gjørt seg inn á nakran.

Ein hoyring hevur verið í senatinum, har bæði Christine Blasey Ford og Brett Kavanaugh greiddu frá sínari síðu av søguni. Síðani bað amerikanski forsetin, Donald Trump FBI um at kanna málið, og hósdagin kom niðurstøðan hjá teimum: Kavanaugh hevði einki skeivt gjørt.

Hósdagin fekk senatið høvi at gjøgnumganga frágreiðingina hjá FBI, og í gjár, fríggjadagin var líkt til, at meirilutin fór at góðkenna Kavanaugh.

At fáa Brett Kavanaugh góðkendan sum hægstarættardómara er ein stórur sigur fyri Donald Trump. Brett Kavanaugh er nevniliga hin næsti konservativi dómarin, Trump hevur fingið inn í hægstarættin, og nú er meirilutin av teimum, ið sita í hægstarætti konservativ.

Brett Kavanaugh kemur nú at sita í hægstarætti saman við fýra liberalum hægstarættardómarum og fýra øðrum konservativum hægstarættardómarum. Eins og teir, kann hann sita í sessinum fyri lívið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder