Nýggj kanning, sum YouGov hevur gjørt í Bretlandi vísir, at 53 prosent av veljarunum nú stuðla framhaldandi bretskum limaskapi í ES, meðan 47 prosent framvegis ynskja at fara úr ES. Tað skrivar The Guardian.
Tá fólkaatkvøða var í 2016 valdu 51,9 prosent Brexit. 70 prosent av veljarunum luttóku í valinum.
Meira en 100 valdømir, sum áður hava stuðla Brexit, hava nú broytt meining. Serliga í Wales og Norður Bretlandi, er stuðulin skiftur. Mett verður at grundin er, at fleiri Labour veljarir í Bretlandi, sum stuðlaðu Brexit, nú hava broytt meining.
Tað er stórt trýst á Bretsku stjórnini í samband við Brexit samráðingarnar. Í stíðsta mánaða fór uttanríkisráðharrin í Bretlandi, Boris Johnson, frá í protest yvir, at hann ikki heldur Theresu May hava megnað at fingið nokk burturúr Brexit samráðingunum.
Tað eru 'Best for Britain', sum arbeiðir ímóti Brexit og 'Hope Not Hate', sum arbeiðir ímóti Rasismu, sum hava bílagt kanningina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald