Mentan

Britney Spears tekur ein steðg frá tónleikinum

Pápi hennara er sjúkur, og hevur hon tí tørv á at brúka tíð saman við honum og restina av familjuni

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-01-05 19:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska songkvinnan Britney Spears tekur ein steðg frá tónleikinum í óasetta tíð. Hesum boðar hon frá á heimasíðu sínari.

Orsøkin er, at pápi hennara er sjúkur, og tí hevur hon brúk fyri at vera um hann og restina av familjuni í løtuni.

Hetta hevur millum annað við sær, at fleiri konsertir verða avlýstar. Britney Spears sigur, at hon er øgiliga kedd um hetta, og at hon vónar, at hon ein dagin fer at standa á tónleikapallinum aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder