2018-09-07 08:45
Tá Portalurin fyrr í morgun tosaði við løgregluna varð fortalt, at tey júst høvdu fingið eina fráboðan um eitt innbrot í Fuglafirði. Málið var júst meldað og tí vistu tey ikki so nógv júst tá.
Innbrotið var framt í einum handli í bygdini.
- Tað var ein í bygdini, sum tíðliga í morgun varnaðist, at hurðin í handlinum var brotin. Viðkomandi fór inn og sá, at ymiskt var stolið í handlinum, sigur vakthavandi.
Fráboðanin til løgregluna kom um hálvgun sjey í morgun, men enn er ikki greitt nær í nátt innbrotið er framt.
Løgreglan er á veg til Fuglafjarðar at gera nærri kanningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald