Innanlands

Broytt tilmeldingarskipan tryggjar brúkarum javnbjóðis atgongd

Mánadagin byrjar tilmeldingin til heystskeiðini hjá Tórshavnar Kvøldskúla, og broytta skipanin loyvir bert brúkarum at rita seg inn í skipanina frá einari eind fyri at tryggja øllum javnbjóðis atgongd og møguleika at tekna seg

(Savnsmynd: Shutterstock)

(Savnsmynd: Shutterstock)

2021-08-28 13:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna: Ein luttakari, ein innritan, ein tilmelding. Tórshavnar Kvøldskúli hevur endurnýggjað og broytt tilmeldingarskipanina. Broytta skipanin skal tryggja øllum brúkarum javnbjóðis atgongd og møguleika at tekna seg til skeiðini á Kvøldskúlanum.

Fyri brúkaran merkir hetta, at skipanin loyvir og skrásetir einans eina innritan á vangan frá einari eind. Ein eind er tað tólið, ið brúkarin nýtir at rita seg inn í skipanina - ein telda til dømis. Um ritað verður inn á fleiri eindum, er bara seinasta innritanin galdandi. Aðrar innritanir verða útritaðar.

Fyrr bar til hjá brúkarum at rita seg inn á fleiri eindum samstundis. Men við hesi skipanini er hetta broytt.

Broytingin er framd fyri at tryggja eina so rættvísa skipan sum til ber, so allir brúkarar hava javnbjóðis atgongd og møguleika at tekna seg. Við øðrum orðum: Ein luttakari, ein innritan, ein tilmelding.

Tilmeldingin er persónlig. Tað vil siga, at tað er persónurin, sum er innritaður og skrásettur í skipanini, sum eigur og fær plássið.

Um brúkari ætlar at tekna seg til fleiri skeið, er ikki neyðugt at rita út úr skipanini. Tó er neyðugt at tekna og gjalda fyri lærugreinirnar einsæris.

Fyri at tekna seg til skeiðini, má brúkarin hava skrásett sær vanga á heimasíðu Kvøldskúlans. Tey, sum longu hava vangan, nýtast ikki at skráseta nýggjan vanga.

Tilmeldingin fer fram á heimasíðu kvøldskúlans www.kvoldskulin.fo. Tilmeldingin byrjar mánadagin 30. august klokkan 18.00 og endar sunnudagin 5. september 2021. Tó ber til at tekna seg til skeiðini, sum byrja í 2022 fram til 1. november 2021.

Tilmeldingar kunnu ikki ringjast inn, sendast við posti, telduposti ella latast undirvísaranum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder