Ungi rapparin XXXTentacion varð mánadagin skotin til deyðis í Florida í USA. Eftir deyða hansara er tónleikur hansara nógv spældur, sum ofta hendir, tá tónleikarar andast.
Eitt nú Spotify hevur valt at spæla hansara tónleik, og førir tónleik hansara fram fleiri staðni á síni tænastu. Men hetta hevur fingið ilt í nógv, tí at tað er bert ein mánaður síðani, at Spotify tók allan hansara tónleik av teirra tænastu.
Spotify valdi fyri áleið einum mánað síðani at koyra allan tónleik, sum spjaddi hatur av síni tænastu, og tá var XXXTentacion ein av tónleikarunum, sum ikki longur slapp at verða á tænastuni. XXXTentacion var m.a. ákærdur fyri at harðligan ágang móti damu síni, sum var við barn, og hetta vildi Spotify ikki finna seg í.
Men nú er XXXTentacion aftur at hoyra á Spotify. Nógvir brúkarar hava tó gjørt vart við, at um hansara tónleikur ikki var góður nokk tá hann var á lívi, so eigur hann heldur ikki at verða góður nokk nú, skrivar DR.
Eftir at Spotify legði tónleik hansara á tænastuna aftur, hevur sangurin SAD! Sligið met við at verða mest spældi sangur eftir 24 tímum. Sangurin varð spældur 10,4 milliónir ferðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald