Innanlands

Búð- og Heimatænastan í Suðuroy fíggjarliga sperd

Javnaðarflokkurin í Tvøroyrar býráði hevur heitt á borgarstjóran á Tvøroyri um kalla inn til eyka býráðsfund beinanvegin

(Mynd: faroefish.fo)

(Mynd: faroefish.fo)

2018-08-27 09:56 Author image
Oda Strøm
placeholder

Búð- og Heimatænastan í Suðuroy er fíggjarliga sperd og fær ikki útreiðslurnar og endurgjaldið frá landinum til at hanga saman.

Tað skrivar Javnaðarflokkurin í býráðnum á Tvøroyri í kunningarskrivi, har boðað verður frá, at flokkurin hevur heitt á borgarstjóran á Tvøroyri um kalla inn til eyka býráðsfund beinanvegin. 

- Búð- og Heimatænastan í Suðuroy er fíggjarliga sperd og fær ikki útreiðslurnar og endurgjaldið frá landinum til at hanga saman. Tað er heldur ongin loyna, at tilboðini, sum Búð- og Heimatænstan í Suðuroynni bjóða heimabúgvandi eldru borgarar í syðru helvt, samanborið við norðaru helvt, ikki eru tey somu, sigur Javnaðarflokkurin í býráðnum á Tvøroyri.

- Vit skriva nú 2018, skjótt 2019, og bygningurin stendur enn tómur! 2 ferðir er fígging játtað til rakstur á sambýlinum við Sílá. Álikavæl er bygningurin ikki endaliga yvirtikin, og enn er onki virksemið í bygninginum til stóra undran hjá flestu suðuroyingum; serliga í norðaru helvt. Nú stendur bygningurin við Sílá enntá alment til sølu á sølulistanum hjá Skyn, og ongin loysn er at hóma, sigur Javnaðarflokkurin í býráðnum á Tvøroyri í kunningarskrivinum.

Les kunningarskrivið býráðslimunum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder