Uttanlands

Búði tríggjar mánaðir á floghavnini í Chicago

Ein 36 ára gamal maður varð handtikin um vikuskiftið – Hann segði, at hann var ov bangin fyri at flúgva heim orsakað av korona

Chicago O'Hare International Airport, har maðurin búði í tríggjar mánaðir (Mynd: EPA)

Chicago O'Hare International Airport, har maðurin búði í tríggjar mánaðir (Mynd: EPA)

2021-01-18 09:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein kaliforniskur maður varð sunnudagin skuldsettur fyri at hava búð á altjóða floghavnini í Chicago í tríggjar mánaðir.

Frágreiðingin hjá manninum var, at hann var bangin fyri at flúgva orsakað av koronavirusinum. Í staðin leitaði hann sær skjól í eini deild av floghavnini, sum kravdi trygdargóðkenning.

Men um vikuskiftið varð hann handtikin og skuldsettur fyri stuldur og fyri at hava trokað seg inn á økið á ólógligan hátt, skrivar Ritzau.

19. oktober kom maðurin til Chicago O'Hare floghavnina, har hann skal eitast at hava búð seinastu mánaðirnar.

Tað vóru tvey starvsfólk hjá United Airlines sum vendu sær til mannin og bóðu hann vísa sítt id. Hann vísti teimum síðani eitt id-kort sum onkur hevði mist burtur 26. oktober. Kortið átti ein leiðari á floghavnini.

Starvsfólkini hjá United Airlines ringdu síðani til løgregluna, sum handtøku hann leygarmorgunin.

Hildið verður, at maðurin kláraði seg við at fáa mat frá øðrum ferðafólkum.

Maðurin er 36 ára gamal, hevur hægri útbúgving og reina revsiváttan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder