Uttanlands

Bulgaria: 15 deyð og 27 særd í ferðsluvanlukku

Ein ferðafólkabussur datt útav einum motorvegi norðanfyri Sofia

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-08-25 22:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagið 15 fólk hava latið lív, eftir at ein bussur fullur av ferðafólkum endaði í einari ferðsluvanlukku á einum motorvegi í Bulgaria.

Sambært DR hendi hetta á einum motorvegi 20 kilometrar norðanfyri bulgarska høvuðsstaðin Sofia. Umframt at 15 fólk hava latið lív, vórðu eisini 27 fólk særd í vanlukkuni.

Sambært tíðindastovuni AFP var bussurin fullur av bulgarskum ferðafólkum, ið vóru ávegis til eitt klostur.

Enn er ógreitt hvør orsøkin til vanlukkuna er, og tað er heldur ikki greitt hvussu nógv fólk vóru í bussinum. Sambært bulgarsku løgregluni, koppaði bussurin og datt 20 metrar niður á ein minni veg.

Sambært eygnavitnum misti førarin tamarhaldið á bussinum, og koyrdi hann inní fýra bilar, áðrenn hann datt útav motorvegnum.

Sjúkrabilar vórðu beinanvegin sendir á staðið, og øll tey særdu vórðu flutt á sjúkrahús í Sofia. Sambært læknunum har eru fleiri í lívshættisligari støðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder