Uttanlands

Bumbuálopini halda fram

Rakettálop hava verið móti bæði Gaza og Ísrael í nátt. Minst 42 fólk hava latið lív í Gaza

Royksúla í Gaze eftir eitt rakettálop (Mynd: EPA)

Royksúla í Gaze eftir eitt rakettálop (Mynd: EPA)

2021-05-17 08:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stríðið millum Ísrael og Hamas herjar nú á sjeynda samdøgri. Í nátt hava ísraelsk hernaðarflogfør framt fleiri rakettálop móti Gaza, boðar AP tíðindastovan frá.

Spreingingar skakaðu býin um midnáttarleitið, og sagt verður, at minst 42 fólk hava latið lív.

Ísraelska verjan upplýsir, at tey hava bumbað heimini hjá níggju Hamas-ovastum kring alt Gaza umframt ein Hamas-tunnil, ið skal liggja nærhendis ein barnagarð og eina mosku í sunnara parti av Gaza, skrivar The Times of Israel.

Ísraelski herurin skrivar á Twitter, at Hamas tilvitað fjalir hernaðarmál í íbúðarøkjum og øðrum sivilum økjum.

Lokalir miðlar siga, at høvuðsvegurin har vesturi í býnum er millum bumbumálini. Fleiri hundrað bygningar eru oyðilagdir. Ein ravmagnsleiðing varð eisini rakt, og tí er ongin streymur í stórum pørtum av økinum.

Hamas hevur eisini skotið rakettir móti sivilum økjum í Ísrael, skrivar AP tíðindastovan.

Ein rakett skal hava rakt eina synagogu í býnum Ashkelon, har suðuri í landinum. Hetta hendi beint áðrenn jødisku hátíðina Shavuot.

Onki er tó frætt um fólk, ið eru deyð ella hava fingið skaða av hesum álopunum í nátt.

Benjamin Netanyahu forsætisráðharri í Ísrael hevur sagt, at tey framhaldandi fara at leypa á við “fullari styrki”.

- Vit halda áfram so leingi tað er neyðugt, segði Netanyahu.

Ósemjan millum Ísrael og Hamas tók dik á seg hesa farnu vikuna, og nógv fólk hava latið lív og eru særd, eisini fleiri børn.

Fleiri royndir eru gjørdar í ST-trygdarráðnum at koma við eini felags útsøgn, sum fordømir álopini, skrivar NRK.

Noreg hevur, saman við Kina og Tunesia, tikið stig til eitt slíkt skriv, men tó uttan at finna semju.

USA vil ikki vera við. USA heldur, sambært NRK, at eitt slíkt stig vil órógva diplomatisku royndirnar, sum eru í gongd fyri at fáa frið í lag millum partarnar.

Amerikanski forssetin, Joe Biden, hevur – hóast trýst frá fleiri demokratiskum politikarum – higartil sýtt fyri at leggja trýst á Ísrael fyri at fáa eina vápnahvíld í lag.

placeholder
placeholder