Uttanlands

Búnaðarfólk kjakast um ferðavinnu

Bóndafelagið og Óðalsfelagið kalla til felags limafund

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-01-08 08:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygardagin skipa Bóndafelagið og Óðalsfelagið fyri felags limafundi á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Evnið fyri fundin er: Ferðavinna við atliti til vernd av náttúru og gongd í haga.

Nógv kjak, bæði millum fólk og í politisku skipanini, hevur verið seinastu tíðina, um rættin at ferðast frítt í høgunum, hetta kemst av tí nógv øktu ferðsluni í náttúruni, serliga frá ferðavinnuni.

Endamálið við fundinum er at finna fram til ein felags leist fyri, hvat gerast kann við henda trupulleikan ella møguleikan. Tað eru festarar og óðalsfólk, sum varða av føroysku jørðini við teimum rættindum og skyldum, tað gevur, og spurningurin er tí, hvussu hesi kunnu fáa sum frægast burtur úr øktu ferðsluni, siga fyrireikararnir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder