Føroya Arbeiðsgevarafelag vónar tí, at tað fer at eydnast politisku skipanini at fáa tamarhald á nógvu ferðini á føroysku búskapinum við m.a. at gera langtíðar íløguætlanir fyri allar almennu íløgurnar, bæði hjá landi og kommunum, umframt øðrum íløguvirksemið, sum tað almenna varðar av. Tað er nevniliga í m.a. feløgum, sum tað almenna varðar av, har størsti parturin av landsins íløgum verða framdar.
Fyri at hetta skal eydnast, so má tað bera til hjá kommununum at drýggja íløgurnar yvir eitt longri áramál. Í fjør vóru upprunaligu íløguætlanirnar hjá kommununum góðar 600 mió. kr., men tað bar ikki til at fremja íløgur fyri meira enn 517 mió. kr. Í ár vóru upprunaligu íløguætlanirnar hjá kommunum 620 mió. kr., men íroknað eykajáttanir, so ætla kommunurnar at fremja íløgur fyri næstan 960 mió. kr. í ár. Ein loysn kundi verið at kommunurnar fáa betri møguleikar til at gera fíggjarætlanir við yvirskoti í góðum tíðum, soleiðis at til ber hjá teimum at seta pening av til íløguætlanir yvir longri áramál, so pengar eisini eru til at fremja íløgur í lágkonjukturi. Harumframt kundi hetta givið kommununum betri umstøður fyri skynsamum rakstri sum heild.
Kommunurnar hava sostatt ikki kunnað framt íløguætlanirnar við tøku arbeiðsmegini í landinum, men kommunurnar ætla kortini at leggja enn meira trýst á virksemið í byggivinnuni, sum longu er í reyða feltinum, langt omanfyri hámarksferðina. Avleiðingarnar eru lønarglíðingar og prísvøkstur, har tað verður alt ov dýrt at byggja, samstundis sum úrslitini hjá vinnuni gerast verri.
Besta loysnin hevði verið ein langtíðaríløguætlan fyri allar almennu íløgurnar, ið javnar almenna íløguvirksemið yvir eitt longri áramál við einari forsvarligari ferð, ið tekur atlit at tøku arbeiðsmegini í landinum, soleiðis at vøksturin í virkseminum í føroyska búskapinum verður haldgóður nógv ár frameftir, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni. Hesum er neyvan nakar ósamdur í.
Búskaparráðið vísir á, at kommunalu rakstrarútreiðslurnar eru vaksnar sera nógv, eisini tá raksturin av eldraøkinum verður tikin burturúr tølunum. Tað er tí alneyðugt at ikki bara landið, men eisini kommunurnar halda aftur í rakstrarútreiðslunum.
Búskaparráðið staðfestir somuleiðis niðurstøðurnar hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, har víst er á vandan við at innrætta almenna raksturin eftir óvissu inntøkunum frá loyvis- og tilfeingisgjøldunum, tí grundarlagið fyri hesum inntøkum kann vera rættiliga svikaligt. Hesar viðmerkingar hevur landsstýrið tikið til sín, nú landsstýriskvinnan í fíggjarmálum sigur, at ætlanin er at minka raksturin í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald