2018-08-28 21:01
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Komandi hóskvøld er býráðsfundur hjá Tórshavnar býráð. Á skránni eru 19 mál.
Umframt býartorgið í Steinatúni og ferðsluljósini við Glasir eru fleiri spennandi mál fyri á fundi hóskvøldið. Eitt nú er søla av seinasta grundstykkinum í Kaldbak, ein mentorskipan fyri 13-17 ára gomul í Havn og út- og umbyggingin av gamla Tjarnargarði, stendur at lesa á heimasíðuni hjá kommununi.
Býráðsfundurin er hóskvøldið kl. 18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald